28.05.2008 kl. 08.10
Skriva út
Við og uttan skiljirist
Í juni í fjør, varð ásett, at fiskiskapur eftir svartkjafti, kundi ikki fara fram, uttan so, at skiljirist var í trolinum. Reglurnar eru galdandi á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi.Avgerð um nýtslu av skiljirist varð tikin við atliti at hjáveiði av øðrum fiskasløgum.
Kanningar vístu, at hjáveiðan onkuntíð var ov stór. Talan var serliga, um hjáveiði av upsa.
Avgerðin um nýtslu av skiljirist, var ikki væl dømd av øllum. Russar mettu, at tað fór at verða ógjørligt, at reka fiskiskap eftir svartkjafti á skilagóðan hátt.
Tá ið seinastu fiskirættindasamráðingar við russar vóru hildnar, vórðu stig tikin til samstarv um royndarfiskiskap eftir svartkjafti. Hesar skuldu gerast við og uttan skiljirist.
Partarnir samdust um ein ávísan arbeiðshátt. Føroyska partinum av royndunum, hava Fiskirannsóknarstovan og Fiskiveiðieftirlið skipað fyri.
Fiskirannsóknarstovan hevur havt ábyrgd av tekniska og biologiska partinum, meðan Fiskiveiðieftirlitið hevur latið fólk, og skipa fyri flutningi millum tey 4 russisku skipini, ið luttóku. Frá Fiskiveiðieftirlitinum, luttóku Eiler Mikkelsen og Jógvan Lützen.
Royndirnar byrjaðu 12. mai og vórðu lidnar í gjár.
Ein endalig frágreiðing, verður latin føroyskum og russiskum myndugleikum í juni.