05.03.2014 kl. 13.23
Skriva út

Viðmerking til grein á in.fo 4. mars 2014

Í greinini á in.fo, við yvirskriftini “Sluppu við einari ávaring”, verður ført fram, at mál um brot á mynstringarlóggávuna, sum Fiskiveiðieftirlitið hevur sent til fútan, hava verið skrivað á ein slíkan hátt og eru tekniskt so mangulfull, at politiið ikki hevur gjørt nakrar kanningar í málunum, og at hesi brot eru farin aftur við borðinum, orsaka av, at fútin ikki hevur uppfatað, at hesi mál skuldu fáa víðari viðgerð hjá fútanum.

Fiskiveiðieftirlitið hevur síðan 2007 sent mál um brot á umrøddu lóggávu til fútan.

Fyri at tryggja, at málini, sum vórðu latin til fútan, vóru nøktandi upplýst, setti Fiskiveiðieftirlitið seg í 2009 í samband við fútan, til tess at fáa øll formlig viðurskiftir upp á pláss hesum viðvíkjandi.

Mannagongdir vóru tá gjørdar í samráð við fútan og serstakt oyðublað varð í hesum sambandi gjørt við heitinum “Brot á løgtingslóg um mynstring”. Fiskiveiðieftirlitið hevur ilt við at skilja, at eitt oyðublað við tílíkari yvirskrift, hvar tað harumframt í oyðublaðnum beinleiðis verður heitt á fútan, um at skuldseta skiparan á viðkomandi fari fyri brot á løgtingslóg um mynstring, skal verða so illa orðað, at fútin ikki skilur henda boðskap.

Samsvarandi avtalaðu mannagongd vóru kanningarskjøl og onnur skjøl latin fútanum sum fylgiskjal til oyðublaðið.

Fiskiveiðieftirlitið hevur latið fútanum hesi mál í góðari trúgv um, at alt var sum avtalað. Fiskiveiðieftirlitið hevur eisini fingið boð frá fútanum, m.a. eitt mál frá 2006 og 15 mál frá 2011, hvar boðað varð frá, at málini vóru avgreidd, og at ákærdi hevði viðtikið at gjalda sektaruppskot frá fútanum.

Av tí at øll mál, sum hava verið send til fútan, eru eins, hevur Fiskiveiðieftirlitið ilt við at skilja, um fútin, soleiðis sum greinin førir fram, ikki hevur uppfatað, at øll hesi mál skuldu fáa víðari viðgerð av fútanum.

Elmar Højgaard, stjóri