30.05.2011 kl. 14.38
Skriva út

Virkisøkið hjá MRCC/Tórshavnradio

MRCC/Tórshavnradio

Føroya Landsstýri yvirtók tann 2. apríl 2002 frá Danmark, leiting og bjarging á sjónum innanfyri tað føroyska 200 fjórðinga markið. Uppgávan bleiv løgd undir Fiskimálaráðið, samstundis var MRCC stovnað og síðani lagt saman við Tórshavnradio.
MRCC/Tórshavnradio er alarmsentralurin til SAR, Search And Rescue og MAS, Maritime Assisting Service á sjónum.
Vit á MRCC/Tórshavnradio virka eftir altjóða reglum og avtalum.
MRCC/Tórshavnradio samskipa øll átøk á sjónum.
MRCC Tórshavn hevur vakt á telefon 351300 alt døgnið, fyri at taka ímóti neyðboðum, dálkingarfráboðanum og øðrum trygdarfráboðanum. MRCC Tórshavn hevur eisini vakt alt døgnið á telefon 351302 til vanliga avgreiðslu.
MRCC samanskipa leiting, bjarging á sjógvi og sjúkraflutning á sjógvi og landi.
Um tú ringir til 112 tá tú ert í neyð á sjónum, verða boðini borin víðari til MRCC Tórshavn.
Tórshavnradio er ein radiostøð sum hevur lurtivakt á øllum neyðrásum 24 tímar um døgnið, m.a. VHF rás 16. Samstundis tekur Tórshavnradio ímóti EPIRB fráboðanum og sendur út ávaringar og NAVTEX fráboðanir.
Tórshavnradio hevur eisini 24 tímar vakt til avgreiðslu av vanligum fjarskiftissamrøðum.


Vinaliga

MRCC/Tórshavnradio