12.12.2023 kl. 12.00
Skriva út

Yvirlit yvir ognarviðurskiftini í fiskivinnuni

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur saman við VØRN gjørt eitt yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum pr. oktober 2023. Harumframt fevnir yvirlitið um, hvussu avreiðingarvirðið í 2022 var býtt millum samtøk, feløg ella einstaklingar. Yvirlitið fer síðani at verða dagført á hvørjum ári.

Endamálið er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu avreiðingarvirðið er býtt. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, fegnast um, at komið er á mál við arbeiðinum og sigur: “Við tað, at ein avmarkaður skari av fiskiførum hevur brúksrættindini til okkara felags tilfeingi til láns, so er tað eisini í almennum áhuga, at borgarar og onnur á ein einklan hátt kunnu fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska flotanum.”

Útgávan “Ognarviðurskifti í fiskivinnuni” kann síggjast á heimasíðuni hjá VØRN og eisini takast niður  herOgnarlutir Í Fiskivinnuni