Fiskiveiðieftirlitið
Fiskiveiðieftirlitið er deild undir Vørn, og varð sett á stovn í 1976. Heitið á stovninum var tá Vaktar- og Bjargingartænastan. Navnið varð seinni broytt til Fiskiveiðieftirlitið.
Fiskiveiðieftirlitið hevur sambært § 63 í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi eftirlit við, at lógin og kunngerðir við heimild í lógini, verða hildnar, tó § 51, stk. 1 og 2 undantikið.
Fiskiveiðieftirlit á sjónum verður útint av Brimli og Tjaldrinum og donsku sjóverjuni.
Fiskiveiðieftirlitið hevur ábyrgd av eftirlitinum við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi, og føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttanfyri føroyskan sjógv.
Fiskiveiðieftirlitið skal tryggja, at fiskiskip halda seg innanfyri tillutaðar fiskidagar ella kvotir, og at fiskiskapurin fer fram sambært teimum lógum og kunngerðum, sum til eina og hvørja tíð eru galdandi.
Umframt at útinna eftirlit í føroyskum sjógvi, luttaka føroysku eftirlitsskipini eisini í altjóða sjógvi. Her er serliga talan um NAFO- og NEAFC skipanarøkini.
Av øðrum uppgávum kunnu nevnast :
- Eygleiðaraskipan
- Fylgisveinaeftirlit við skipum
- Góðkenning av innvigingarskipanum
- Eftirlit við upp- og umskiping av frystum fiski (Port State Control)
- Eftirlit við avreiðingum hjá føroyskum skipum í útlendskum havnum
Fiskiveiðieftirlitið hevur eisini samstarvsavtalur við aðrar mynduleikar um eftirlit við t.d. burturkasti frá skipum og øðrum.