tórshavn radio.JPG
Skriva út

Deildarstjóri til MRCC

Vørn søkir eftir deildarstjóra til MRCC og Tórshavnradio til setan skjótast gjørligt.

MRCC og Tórshavnradio er deild undir Vørn, og deildarstjórin fær dagligu ábyrgdina av virkisøkinum, sum fevnir um neyð- og trygdarradiotænastu, leiting og bjarging á sjónum og sjótilbúgving í breiðari merking.

Starvið fevnir um at leiða og samskipa arbeiðið á MRCC, herundir at:

·         tryggja, at leiti- og bjargingarátøk lúka fyrisett mál.

·         tryggja fullgóða neyð- og trygdarradiotænastu.

·         seta í verk menningartiltøk fyri starvsfólk og samstarvspartar í sjótilbúgvingini.

·         virka fyri og tryggja gott samstarv millum MRCC og bjargingarstøðir í grannalondum.

·         umboða stovnin í føroyskum og útlendskum høpi.

·         tryggja fullgóða umsiting av góðskuskipanini

·         samskipa oljutilbúgvingina í føroyskum sjóøki.              

Førleikakrøv:

·         Skipsførari ella líknandi útbúgving.

·         Tosa og skriva føroyskt og enskt.

·         Góð samstarvsevni.

·         Góðar telduførleikar.

Tað er ein fyrimunur, at hava royndir við leiðslu, leiting- og bjargingararbeiði, oljubasing og góðan kunnleika til føroyskt sjóøki. Viðkomandi má vera til reiðar at taka ymisk skeið og eftirútbúgvingar, herundir sum SMC (Sar Mission Coordinator)

Setanartreytir

Starvið er lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Setanarøkið fevnir um Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð.

Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Tænastustaðurin verður MRCC- Tórshavn / Tórshavnradio.

Starvsheitið er deildarstjóri og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til stjóran á Vørn

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Vørn tlf. 311065 og tosa við Óli Hans Olsen, stjóra.

Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Umsókn

Umsókn og CV saman við avrit av prógvum skal sendast sum pdf til vorn@vorn.fo og vera Vørn í hendi í seinasta lagi tann 10. februar 2025 kl. 12.