Skriva út
Tín trygd á sjónum
Frá 1. januar 2016 avgreiðir Tórshavnradio ikki longur samtalur til og frá skipum.
Galdandi vindávaringar/veðurvánir og siglingarávaringar liggja undir NAVTEX
Tórshavnradio røkir enn sum áður tær neyðugu radiotænastunar við skip og bátar, við serligum atliti til neyð-, il og trygd á sjónum.
Við nýggju DSC-skipanini (Digital Selective Call) er og verður trygdin munandi økt, tí við henni kann eitt skip ella bátur nú senda eitt neyðarkall uppá ógvuliga stutta tíð, um illa vil til. Tórshavnradio hevur fasta lurtivakt á MF og VHF-DSC rásunum, umframt at lurta verður á teimum so væl kendu MF 2182 KHz og VHF kanal 16.