Eygleiðarar á fiskiskipum fyri Fiskiveiðieftirlitið
Tvey størv sum eygleiðara umborð á fiskiskipum, verða hervið lýst leys, at seta sum skjótast. Talan er um fast starv.
Starvið fevnir m.a. um hesar uppávur:
- Skráseta, skriva frágreiðing um fiskiskapin og staðfesta hvar fiskað verður
- Kanna og meta um veiðuna
- Skráseta útblaking, hjáveiðu og veiðu av undirmátsfiski
- Kanna fiskireiðskapin
- Kanna dagbókaføringina
- Kanna veiðu í hvørjum einstøkum háli
- Taka sýnir
- Fylgja við um fylgisveinaeindin er virkin og sambært ásetingunum
- Boða frá møguligum brotum á loyvistreytirnar
Førleikakrøv:
- Fiskivinnutøkningur, ella aðra viðkomandi útbúgving. Fyrimunur men ikki krav.
- Royndir innan ymiskar veiðihættir
- Heilsuváttan fyri sjómenn.
- Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
- Evnir at arbeiða sjálvstøðugt og óheft.
Setanartreytir:
Lønin er sambært stig 35 í tænastumannalønartalvuni. Starvið er tó ikki tænastumannastarv. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og deildir/stovnar undir tí.
Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er eygleiðari.
Tann í sett/ur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Áðrenn setan kann almenn revsiváttan umbiðin.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, og møgiligum viðmælum, skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 15. mai. 2023 kl. 12:00.
Umsóknir skulu sendast til :
Fiskiveiðieftirlitið, postsmoga 347, 110 Tórshavn.
Ella sum teldupostur til: journal@vorn.fo
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf. 31 10 65 og tosa við Meinhard Gaardlykke, fulltrúa.