16.05.2011 kl. 12.52
Skriva út
Tíðindaskriv frá MRCC-Tórshavn mánadagin, 16. mai 2011
Norrøna var í dag karmur um eina venjing í sjóbjarging, sum MRCC-støðin skipaði fyri saman við Smyril Line.
Venjingin var hildin fyri at venja tilbúgvingina umborð á Norrønu og samskipanina millum Smyril Line, MRCC/TR, Tórshavnar Sløkkilið, Brimil, Lív og Hvidbjørnen.
Venjingin var bygd upp rundan um tveir eldar, sum skuldu vera umborð á skipinum, og har m.a. var neyðugt, at flyta sløkkilið umborð á Norrøna frá Tórshavnar sløkkiliði, Brimil, Hvidbjørnen og flyta skadd fólk á sjúkrahúsið og umborð á Hvidbjørnen.
Við í venjingini vóru MRCC, Tórshavnradio, Smyril Line, Norrøna, Tilbúgvingarstovan, Fiskiveiðieftirlitið, FRK, Brimil, Lív, Hvidbjørnen, Atlantiv Helecopters og Tyrlan SR 412.
Venjingin byrjaði klokkan 08.40 í morgun. Norrøna var í Nólsoyarfirði tá ið teir boðaðu Tórshavnradio frá, at eldur var umborð á Norrønu og teir bóðu um hjálp til at sløkkja eldin.
Lív flutti sløkkilið frá Tórshavnar sløkkiliði til Norrøna. Brimil og Hvidbjørnen fluttu eisini sløkkilið umborð á Norrøna og Hvidbjørnen setti eitt læknalið umborð.
Tyrlan flutti skadd fólk til lands og umborð á Hvidbjørnen til viðgerar.
Venjingin gekk væl og var liðug klokkan 1033 og eftirmeting verður næsta mánadag umborð á Norrøna.