07.06.2011 kl. 15.13
Skriva út

Tindur fekk maskinbrek

Klokkan gott 9 í morgun, fekk vaktarskipið Brimil boð um at snellubáturin Tindur, ið var staddur á Skeivabanka, hevði fingið maskinbrek.

Brimil, sum var staddur vestan fyri, setti beinanvegin kós móti Tindi.

Stutt eftir miðdag var Brimil hjá Tindi, setta enda á Tind, og byrjaðu at sleipa.

Brimil verður á Havnini við Tindi seinni í kvøld.

Fleiri myndir her