18.04.2009 kl. 12.10
Skriva út

Upprudding í Miðvágshavn

Oljurestir komu við ráki og vindi inn á Miðvág seinnapartin 17. apríl.

Klokkan 2000 stongdu havnamynduleikarnir og MRCC havnina í Miðvági fyri allari skipaferðslu og sigling við smábátum.

Um kvøldi kom Brimil inn móti Presttanga og setti arbeiðsbátin út . Manningin á bátinum fór alt fyri eitt í holt við at taka samanlopnu oljurestirnar upp úr sjónum .

Hetta vísti seg at verða lættari sagt enn gjørt.

Einasti máti at fáa hendur á oljuklumpunum var,

eisn og tá í ”Exxon Valdez” rendi á eitt sker í Alaska á sinni,

at skumpa við spaka og hóva við fiskikurv restirnar upp úr sjónum.