13.08.2010 kl. 09.08
Skriva út
Væleydnað table top venjing við boripallin West Phoenix
Tíðindaskriv frá MRCC Tórshavn
hósdagin,13. August 2010
West Phoenix, staddur í boriøkið Block 6004/8a, var karmur um eina Table Top venjing hósdagin 12. August.
Endamálið við venjingin var at kanna reaktiónirnar hjá Tilbúgvingini í Føroyum, trygdarbólkin hjá ENI/Sea Drill í Føroyum og í Onglandi.
Venjandi partarnir vóru.
Úr Føroyum.
MRCC, Tórshavn, Tórshavnradio, Jarðfeingi, Umhvørvisstovan, Atlantic Helecopters, Læknin hjá ENI í Føroyum, Politiið. Vága lufthavn.
Úr Onglandi.
ENI.
Úr Norra.
Sea Drill, West Phhoenix.
Vaktar og veitingar skip.
Grampian Defender og Viking Lady.
Venjingin byrjaði klokkan 14.00 har boð kom frá ENI at ein persónur var illa skaddur umborð á Viking Lady í samband við flutning av tungum farmi til West Phoenix. Tað vóru 117 persónar umborð á West Phoenix.
Seinni var sagt frá at ein persónur og umleið 500L av hydraulisk olja var fari á sjógv.
Tann skaddi persónurin var fluttur umborð á West Phoenix har hann varð kannaður og fekk bráðfeingis hjálp og gjørdur til at verða fluttur á Landssjúkrahúsið við stuðli frá læknanum hjá ENI.
Grampian Defender byrjaði beinanvegin at leita eftir persóninum ið ver farin á sjógv og SAR tyrlan var biðin um at fara og leita.
Flutnings tyrlan AW139 var biðin um at fara til West Phoenix við einum lækna at flyta tann skadda persónin á Landssjúkrahúsið.
Persónurin ið var farin á sjógv var afturfunnin og fluttur umborð á West Phoenix til kanningar og bráðfeingis hjálp.
SAR tyrlan var síðani biðin um at fara at kanna oljudálkingina fyri Umhvørvisstovuna.
Venjingin var liðug kl. 16.00
Vinarliga
MRCC Tórshavn